Um vit telja EB/Streym uppí, so eru seks eysturoyarlið í fótbólti. Eingin hevur higartil umboðað øll seks núverandi feløgini, men higartil hava tað verið fimm leikarar, sum hava umboðað fýra núverandi Eysturoyarfeløg í fótbólti. Tveir leikarar hava umboðað trý núverandi og eitt fyrrverandi fótbóltsfelag í Eysturoynni, og ein spælari hevur umboðað tvey núverandi og tvey fyrrverandi fótbóltsfeløg í Eysturoynni á sínari fótbóltsyrkisleið.
Páll Hagbert Guðlaugsson umboðaði í hinari øldini EB, EB/Streym, B68, GÍ og ÍF. EB og GÍ eru ikki til longur, meðan ÍF, B68 og EB/Streymur enn finnast á fótbóltslandakortinum. Fyrrverandi íslendski málverjin hevur sostatt umboðað trý núverandi og tvey fyrrverandi fótbóltsfeløg í Eysturoynni. Inntil ta løtu André Olsen spælir sín fyrsta almenna dyst fyri Skála er Páll Hagbert Guðlaugsson tann einasti í søguni at umboða fimm eysturoyarfeløg í fótbólti á sínari fótbóltsyrkisleið.
Fritleif í Lambanum hevur spælt við ÍF, Skála, Vìking og NSÍ. Andras Gango hevur spælt fyri ÍF, NSÍ, Skála og EB/Streym, Høgni Madsen hevur spælt við ÍF, GÍ, NSÍ og EB/Streymi. Debes Danielsen hevur spælt við NSÍ, Skála, B68 og ÍF. Meðan André Olsen hevur spælt við B68, Víking, NSÍ og ÍF á sínari fótbóltsyrkisleið.
Pól Jóhannus Justinussen hevur spælt fyri núverandi eysturoyarfeløgini, NSÍ, B68 og EB/Streym, og hevur eisini spælt fyri GÍ áðrenn Víkingur bleiv stovnað. Egil á Bø hevur spælt fyri núverandi eysturoyarfeløgini, EB/Streym, ÍF og NSÍ, og spældi við Streymi áðrenn EB/Streymur gjørdist veruleiki. Kendi Víkinga-fjepparin, Rúni Klein Joensen spældi í sínari tíð við GÍ, ÍF, NSÍ og LÍF, og eigur sína fortíð í tveimum núverandi og tveimum fyrrverandi fótbóltsfeløgum í Eysturoynni.
André Olsen kann sostatt skriva søgu, tá hann spælir sín fyrsta dyst í effodeildini ella í steypakappingini fyri nýggja felag sítt, Skála. Tá André Olsen kemur á vølli fyri Skála í einum alment skrásettum dysti verður hann fyrsti leikarin, sum hevur umboðað fimm av teimum seks núverandi eysturoyarfeløgunum á sínari fótbóltsyrkisleið
André Olsen hevur eisini spælt á føroysku ungdómslandsliðunum.
Nakrir leikarar hava umboðað trý feløg í Eysturoynni. Sjúrður Jacobsen hevur spælt fyri NSÍ, ÍF og EB/Streym. Hanus Eliasen hevur spælt fyri ÍF, EB/Streym og Skála. Jónhard Frederiksberg hevur spælt fyri Skála, NSÍ og EB/Streym. John Petersen spældi á sinni við Skála, B68 og GÍ. Ábraham Løkin spældi á sinni við ÍF, NSÍ og B68 á sínari fótbóltsyrkisleið. Bárður á Lakjuni spældi báðumegin aldarskiftið við ÍF, GÍ og LÍF. Helgi L. Petersen eigur eina fortíð í NSÍ, ÍF og GÍ.
Í Suðuroy er miðvingurin Birgir Jørgensen legendariskur. Birgir Jørgensen megnaði at spæla fyri bæði TB, VB, Sumba, Royn, VB/Sumba og FC Suðuroy, og sum landið liggur nú ger eingin Birgir Jørgensen tann kunstin eftir. Birgir Jørgensen spældi eisini við MB og FS Vágar í sínari tíð
Allir leikarar gleða seg til landskappingin fer í gongd, men André Olsen hevur eitt lítið sindur størri orsøk at gleða seg, nú hann kann skriva søgu í Eysturoynni við at verða tann fyrsti leikarin, sum hevur umboðað fimm núverandi eysturoyarfeløg.