Lexus halda upp á at teir við hesum nýggja LS hava gjørt heimsins besta bil - tann fullkomna bilin, har eingin teknisk loysn hevur verið ov dýr og eingin vegur ov langur fyri at røkka teimum perfektu loysnunum.
Lexus er luksusbilmerki hjá Toyota, ið kom á marknaðin í 80-unum við tí eina endamáli at verða heimsins mest ”raffineraðu” bilar hvat ljóði, teknikki, komforti og trygd viðvíkur. Lexus er yngsta bilmerki í heiminum við slíkum status, at tað gevur afturljóð hjá øllum teimum kendu luksus bilmerkjunum í Evropa.
Í USA bleiv Lexus LS 400 tann mest seldi ”ikki amerikanski” bilurin í luksusklassanum longu í 1989, tvey ár eftir at hann kom á marknaðin, og síðan hevur hann ligið á odda. Eisini eru teir á odda í amerikanskum brúkarakanningum sum t.d. hjá J.D. Power-analysustovninum.
Hesin nýggi Lexus er fjórða generation av LS-røðini. Talan eru um LS 460 við 4,6 litur V8-motori og 380 hk. Bilurin koyrir frá 0-100 km/t upp á 5,7 sek. og toppferðin er 250 km/t. Saman við 8-trins automatiska girkassanum, sum er tann fyrsti av sínum slagi í heiminum, gevur hetta komfort á sera høgum støði – bæði tí motorurin er næstan ljóðleysur og skiftini millum tey átta girini merkjast so at siga ikki.
Lexus LS 460 er ein stórur bilur – 503 cm langur, 188 cm breiður og
aksilfrástøðan er 297 cm.
Lexus LS fæst eisini í eini størri útgávu, sum nevnist ”LS 600H L”. Tá er talum um eina hybridútgávu við tveimum motorum: 5,0 litur V8 saman við einum 150 kw el-motori, sum tilsamans geva 450 hk. Hesin bilurin er eisini 12 cm longri.
Innan er alt leður og nøtutræ. Kabinan er innrættað í besta ”Rolls-Royce” stíli. Startlykilin er eitt 3,3 mm tunt elektroniskt ”kredittkort”, ið kann verða í mappuni saman við øðrum kredittkortum.
Bilurin hevur so nógvar innbygdar trygdarskipanir at ein heil ritgerð kundi verið gjørd um tað, men saman um tikið snýr tað seg um at t.d. bremsur, stýring og fjaðraskipan arbeiða saman fyri at hjálpa bilføraranum mest møguligt undir øllum koyriumstøðum.
Ein slíkur bilur kostar nakað væl yvir milliónina at keypa í Føroyum.