Tað er nú staðfest, at finnhvalurin, sum doyði inni á Vejlefjørðinum í Danmark í summar, er tann elsti, sum vísindafólk hava kannað. Við at kanna aminosýrurnar í eygunum á hvalinum hava granskarar staðfest, at hvalurin var millum 130 og 140 ára gamal. Tað sigur Abdi Hedayat, sum hevur staðið fyri kanningunum.
-Hetta er sostatt tann elsti hvalurin, sum er vísindaliga kannaður og skrásettur, sigur Abdi Hedayat. Tað gamla metið átti ein finnhvalur, sum var 116 ár.
Abdi Hedayat sigur, at søgur hava gingið um grønlandshvalir, sum hava havt oddin av fleiri hundrað ára gomlum harpunum í sær. Men hetta er ongantíð vísindaliga kannað, sigur hann.
Hóast Vejle-hvalurin var avgamal, var hann ikki meiri enn 17 metrar langur ella sjey metrar stytri enn tann longsti finnhvalurin, sum menn vita um at siga. Abdi Hedayat heldur, at hvalurin kann hava havt onkra sjúku, sum hevur gjørt, at hann er minkaður á gamalsaldrinum.