Eyðun Klakkstein
Tekning: Jógvan á Høvdanum (y)
Tað eru nógv, sum ongantíð hava sæð tað skilagóða í, at trøllvaksnir menn skulu leika soleiðis í, bara tí teir fáa eina leðurkúlu tveitta fyri føturnar.
Og tað er eisini lív í klichéini um, at fótbóltsspæl snýr seg um at renna eftir einum bólti í ein heilan dyst, og tú fært fatur á bóltinum, sparkar tú hann frá tær aftur.
Og kanska skulu fótbóltsspælarar ikki hava ov nógv millum oyruni.
Ein kendur bretskur venjari segði einaferð, at honum dámdi best spælarar, sum ikki vóru ov klókir ella góðir til annað enn fótbólt, tí so kundu teir samla sínar tankar um at spæla bólt.
Men tað eru eisini onnur fótbóltsfólk, sum halda okkurt annað. Ein teirra er tiltikni hálendski fótbóltsspælarin Johan Cruyff, sum eisini hevur verið venjari hjá europeiskum stórfeløgum. Hann er endurgivin fyri at siga, at fótbóltur er 80% millum oyruni ? ergo tað ræður um at hugsa í fótbólti.
Men nú hava landsmenn hjá tí mæta Cruyff funnið út av, at tað er líkt til, at fótbóltsspælarar ? ið hvussu er onkrir ? hava nakað av deyðavatni í høvdinum.
Í øllum førðum vísur ein nýggj hálendska kanning, at fótbóltsspælarar eru ikki eru so kringir til at minnast, hava ikki so stórt orðatilfeingi og hugsa ikki eins skjótt og fólk, sum renna ella svimja.
Kanningin var almannakunngjørd í tíðarritinum hjá amerikanska læknafelagnum, JAMA, í síðstu viku.
Orsøkin til hetta er sambært kanningini, at fótbóltsspælarar brúka skallan til at stúta bóltin við, og tað gevur smærri og størri heilaskjálvtar. Hetta gongur so út yvir minni og evnini til at hugsa skjótt.
Fótbóltsspæl
gevur heilaskaðar
Tað eru fólk á St. Anna Hospital í Geldrop í Hálendi, sum hava gjørt kanningina. Kanningarleiðari hevur verið Erik J. T. Matsen, og kanningin, sum tey hava gjørt av 33 amatørfótbóltspælarum og 27 øðrum royndarfólkum, sum renna og svimja, er gjørd millum september mánaða í 1997 og mei mánaða í 1998.
Kanningin er gjørd við 16 ymiskum royndum av fótbóltspælarum og øðrum ítróttarfólki, og hon vísur, at meira enn triðjihvør fótbóltsspælari í kanningini hevði vánalig evni til at leggja til rættis, meðan tíggjundi hvør av hinum royndarfólkunum høvdu sama trupulleika.
Tá kannað varð, hvussu væl fótbóltsspælarar minnast, var eisini greiður munur millum teir og hini fólkini. 27% av fótbóltsspælarunum mintust illa, meðan bara 7% av hinum royndarfólkunum stríddust við hesar kvalir.
? Hesi úrslit benda á, at fótbóltsspæl kann geva minni heilaskaðar, sum ávirkan evnini til at leggja til rættis og at minnast, siga Erik J. T. Matsen og hansara fólk í kanningini.
? Orsøkin til hesar skaðar er helst at finna í tí, at fótbóltsspælarar í miðal stúta bóltin 8,5 ferðir í einum dysti, og at teir eisini fáa onnur sløg í høvdið.
Granskararnir vísa á, at hóast heilaskaðarnir eru lítlir, er talan um ein heimsumfatandi heilsutrupulleika, sum kann raka teir 200 milliónir fótbóltsspælararnar, sum eru skrásettir hjá altjóða fótbóltssamgonguni FIFA. Av hesum er nakrir túsund at finna her á landi.
? Tí er neyðugt við kanningum av fótbóltsspælarum og tiltøkum, sum kunnu fyrbyrgja hesar heilaskaðar, halda tey, sum hava gjørt kanningina.
Drekka meira
Granskararnir koma ikki inn á, hvussu teir kundu ímynda sær, at fótbóltsspælarar skuldu verið vardir móti sløgum í høvdið. Men tað er trupult at ímynda sær fótbóltsspælarar við stórum skinnara um allan skallan ?nakað vit kenna frá boksidystum.
Men kanska er loysnin hon, sum onkrir fótbóltsspælarar langt síðani hava tikið til sín ? at lata verða við at stúta bóltin...
Granskararnir hava lagað úrslitini av kanningini eftir øllum hugsandi umstøðum, so sum heilaskjálvtum, sum ikki koma av bóltspæli, nýtslu av rúsdrekka, útbúgvingarstøði og øðrum, og tað er eftir hesar justeringar, at greiði munurin millum fótbóltsspælarar og hini royndarfólkini er at finna.
Í kanningararbeiðnum komu granskararnir samstundis fram á, at fótbóltsspælarar drekka meira rúsdrekka, enn onnur ítróttarfólk, men hetta sigst ikki hava eins so stóran týdning og stútingin.
Og við kanningin hava tey, sum halda at fótbóltsspælarar ikki eru sum vanlig fólk, fingið okkurt at halda seg til ? enntá eina vísundalig kanning.
Og kanska skulu fótbóltsspælarar so lata verða við at skjóta áskoðarum í skógvarnar, at teir hava ikki og nógv millum oyruni.
Tað er kanska hinumegin girðingina, at deyðavatnið er at finna...