Tann anonyma seymikonan sum skapti verðinssøgu

Tann 31. januar í 1876 var matstovueigarin, seymikonan, socialdemokraturin, mótstøðukvinnan og tann politiski martyrurin MINNA BOLLMANN fødd í Halberstadt, sum liggur ca. 50 km vestanfyri Magdeburg í tí táverandi Preusen.

Pápi hennara, August Zacharias var klædnafabrikantur og ein av stovnarunum av Javnaðarflokkinum SPD í Halberstadt.

Hon var lærd seymirska og arbeiddi við tí fakinum, líka til hon giftist við restauratørinum Bollman.

Maður hennara var eisini eldhugaður socialdemokratur, og mamma hansara hevði eina restauratión, sum hann arvaði og stóð fyri.

Teir allarflestu matstovu-gestirnir vóru arbeiðarar ella onnur fólk í beskednum og smáum korum.

Men í hesum hølum var nógv hjartarúm, so har fylktust, hittust og prátaðu politiskt engageraðir slitmenn, sum vildu hava reformar og betri vilkor fyri ta ólukkuligu arbeiðarastættina.

Í stovningardøgunum hjá tí lokala javnaðarflokkinum gav vermamma Minnu teimum hugaðu undangongu-monnunum innivist til allar politiskar fundir.

Nakað eftir giftarmálið legði vermamman restauratións-arbeiðið frá sær, og tí fóru sonur hennara og Minna at arbeiða fulla tíð, sum matstovufólk.

Aftaná fýraftan vóru framvegis javnliga hildnir politiskir fundir hjá SPD í restaurations-hølunum. 

Líka frá tíðliga í 1900-talinum og fram til Fyrsta Verðinskríggj var Minna ein kendur og stálsettur agitator fyri SPD og ferðaðist í síni frítíð víða í Preusen fyri at eggja bæði monnum og kvinnum til at melda seg inn í javnaðarrørsluna; serliga royndi hon at engagera kvinnurnar í stríðnum fyri at fáa valrætt til Lógartingið (Reichstag) í Berlin.

Undir Fyrsta Verðinskríggi var hon kurator fyri sjúkrapleygu og annað civilt arbeiði aftanfyri frontlinjurnar.

 Í 1919 bleiv hon limur av tí lokalu leiðsluni av SPD og um somu tíð kom hon í býarstýrið í Halberstadt, har hon sat líka til 1933. 

Hon bleiv í 1919 eisini vald inn í tað nationalsamkomu-nevndina í Weimar, sum skuldi gera eina demokratiska stjórnarskipan, tí man hevði specielt givið kvinnum valrætt til hesa nevnd. 

Hon var soleiðis millum tær fyrstu kvinnur í Europa, sum fingu sæti í einum nationalum parlamenti.

Í 1920 skuldi vera beinleiðis valg í øllum Týsklandi til Ríkisdagin í Weimar, men har miseydnaðist tað fyri Minnu at blíva vald.

 Longu árið eftir í 1921 lukkaðist tað henni at verða vald til tann preusiska landdagin (lokalt parlament) fyri valdistriktið Magdeburg, og har var hon limur líka til nazistarnir tóku valdið.

Eftir 1933 blivu viðurskiftini strævin fyri socialdemokratar og øll andstøðufólk.

Í matstovuni hjá Bollmann fór man nú aftur at halda javnligar politiskar SPD-fundir; tað var sera farligt, tí slíkir fundir vóru sjálvandi heilt ólógligir. 

Fyri at demonstrera sín óvilja og treiskleika móti nazistunum lat man eitt stórt bílæti av sjálvum August Bebel blíva hangandi á bróstinum í matstovuni.

Bæði Minna og maðurin gjørdu eitt stórt arbeiði fyri at hjálpa forfylgdum fólki, mest jødum og kommunistum, sum ofta vóru tey somu fólkini.

Man fjaldi tey á loftum, í úthúsum og í kjallarum; og so hjálpti man teimum við at finna flýggi-rutur til Danmarkar ella til Schweiz.

Hetta hættisliga arbeiðið, sum ofta var um náttina, førdi við sær, at tann annars so stálsetta Minna fekk ringar nervar, tí hon visti væl, at tað bara var ein spurningur um tíð, nær Gestapo fór at banka uppá hjá teimum.

Tað gingu tíðindi í Halberstadt um, at hon var aktivt mótstøðu-fólk og hon bleiv tí ávarað, men heldur enn at flýggja sjálv, valdi hon í staðin fyri at beina fyri sær tann 9. december 1935.

Jarðarferð hennara bleiv heilt fantastisk og ein tann størsta í øllum Preusen. -

Tað møttu ørgrynni av fólki, bæði úr sjálvum býnum og øllum granna-bygdum; - summi vóru komin líka úr Berlin at fylgja. 

Tað var eitt sera sterkt tigandi mótmæli móti tí tyrannisku nazista-stjórnini.

Í útjaðaranum av lík-skaranum sóust kyniskir og glerkaldir Gestapomenn, sum eygleiddu og noteraðu nógv av teimum fólkum, sum vóru komin at fylgja Minnu.

Tað førdi seinni til fleiri fongslingar og órímuligar dómar.

M.a. var Otto Bollmann, sonur Minnu tikin og settur í kz-leguna Sachsenhausen, har hann sat, líka til 1942.

Minna liggur grivin í Halberstadt og verður javnliga fagnað og minst av Javnaðarflokkinum í býnum.

Býurin hevur uppkallað eina gøtu eftir tí knáu seymikonuni.

Tað vóru nógv slík smáfólk, sum gjørdu øgiliga heroiska og ekstremt farliga mótstøðu til tað blóðiga regimið, men tey flestu av teimum vóru rættiliga anonym. Tey reypaðu ikki; tey vóru "die stille im Lande".

Tey eru søguliga lopin um, men hava avgjørt uppiborið nógvan virak og fleiri stórar minnisvarðar.

 

Virgar T. Dalsgaard