Tann absurdi sjónleikurin í politiska grulvigarðinum í Tinganesi

Í skjótt seks ár hava harra Arnfinnur Kallsberg og serliga harra Høgni Hoydal mishandlað okkara neyðars land við teirra stupida og infantila møsnið um pseudoproblem, sosum danska kúging, fyri ikki at tosa um teirra monomanu og paranoidu grammofonplátu um fullveldið, sum hevur skullað burturleitt áhugan hjá veljarunum frá sociala gerandisdegnum, veruligum seriøsum politikki og landsstýrisins politiska hjálparloysi. Tað er jú klassiskt høvuðkamba-mynstur hjá evnasmáum politikarum at brúka chauvinismu sum kyniska flýggjan frá veruleikanum, altso sum eskapismu!

Henda parantesin í føroyskari søgu hevur verið ein sjáldsama óverdugur og skammiligur harmaleikur, har menn hava skift øll rationell argument út við innantómar klichéir og primitiv rakstrarróp, næstan sum við fólkaatkvøðuna í 1946. Menn hava ferðast sum viljaleysar rukkur til Reykjavíkar, Liechtensteinar, Michigans, Onglands etc. og fregnast um pseudospurningar, soleiðis at nógv hildu landspolitikararnar vera í ferð við at seta upp ein absurdan franskan sjónleik um tað totala meiningsloysi í tilveruni! Ì staðin fyri at ræsonnera um seriøsan politikk endurtóku landsgongumenn sum monotont messandi munkar sínar banalu flosklar um "fullveldi", "evsta vald", "frælsar Føroyar", "danskan yvirgang", "sjálvberandi búskap" og nú er allarseinasta klichéin frá republikansku urguni "lokomotiv" ? tonkjararnir í tjóðveldisflokkinum sammeta seg nú í ramasta álvara við eitt lokomotiv ? hetta man vera ein sprellimans-effekt, tí hetta er so naiv metafora, at hon kann bara vera producerað í London!
Men í einum landi, sum ikki hevur nakað jarnbreytastrekki, kundi tað akkurát líkst teimum eiðasøru tjóðveldismonnunum at farið og investerað í eitt risastórt lokomotiv, sum so kundið staðið í stað og grópað seg niður í rununa, tí eingin tjóðveldisheili hevði hugsað um, at eitt lokomotiv er púra óbrúkiligt, har eingin jarnbreyt er. Tjóðveldisflokkurin hevur ongantíð forstaðið, at tað er neyðugt at hava el-veiting, áðrenn man keypir sær eina kókiplátu!
Vit hava havt næstan sjey undanfarin feit ár, har landsstýrisgongurnar bara hava spælt sær í politiska grulvigarðinum við fullveldi og grundlóg, og nú koma tey sjey raku árini, har als einki er gjørt fyri at konsolidera seg og fyrireika seg til nógv verri tíðir! Fólk eru væl greið yvir, at nú er veitslan við at vera liðug og beiski gerandisdagurin meldar seg við hørðum krøvum.

Tær innantómu Høgnesisku klichéirnar
Grammofonplátan við Hoydals-klichéum er nú so slitin og bótin í fullveldis-súpanini er nú so sundurkókað, at soðið er sjálvt hjá fanatiskum tjóðveldis-fusentastum ov tunt at fáa nakra mettu av! Fólk eru eisini troytt av rakstrarrópum og vilja nú heldur tosa um veruligan politikk, og hvussu samfelagið skal bjargast, nú likviditeturin er heilt í botni, og teir góðu konjunkturarnir eru av. Medicinmaðurin, sum tryggjaði Høgna eftir seinasta val úr eini politiskari offside støðu hevur verið Føroyum ein dýrur kleppur og næstan ført samfelagið eina øld aftur í tíðina!
Aldri áður í føroyskari søgu hava vit fíggjarliga havt slíkan undanvind, so hollar konjunkturar og so góðar møguleikar við astronomiskt høgum fiskaprísum, men kortini hevur tað eydnast hesum óhegniga og stak klombruta landsstýri at søpla burtur allar okkara søguligu tjansir, tí teir sum ábyrgdarleysir óvitar hava brúkt sína spinklu orku, men ómetaligan pening uppá propagandu í bókum, faldarum og enntá filmi um seg sjálvar og tað vitleysa fullveldisprojektið í staðin fyri at útbyggja eitt fjøllbroytt, fleksibult vínnulív, tryggja socialu vælferðina og viðlíkahalda vanrøktaðar bygningar, skip ella onnur forsømd framleiðsluamboð. Eisini hava landsins stjórnarmenn í hesum seks áraskeiði etið upp hálvaaðru milliard, sum vit fingu sum beinleiðis forering frá dønum í sambandi við sonevndu bankakreppuna.
Harumframt hevur tað eydnast hesum politiska grulvigarði at gera okkum internationalt fyri skommum og forpestað okkum álitisviðurskiftini við Danmark, sum javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin við seigum og systematiskum arbeiði høvdu fingið bygt uppaftur, síðani ta fatalu fólkaatkvøðuna í 1946, har viðurskiftini við Danmark vóru, um møguligt skitnari og meira betendað enn í dag!
Tað er bæði álvarsamt og syndarligt, tá ið ein politiskur óviti, ein amatørur uttan nakrar politiskar royndir og við sera lítlari vitan fær litið nógva makt upp í hendi og sleppur at mishandla eitt heilt samfelag. Høgni Hoydal og teir charlatanar, hann hevur havt afturat sær, hava verið ein verulig katastrofa fyri føroyska samfelagið!
Ein fantastur úr hesi kliku, harra Hermann Oskarsson vildi fyri stuttum lata alla føroyska vinnu fara fyri bakka, um henni tørvaði studning. Hetta er grovt ábyrgdarloysi og komisk ultraliberalisma frá fyrrverandi salonkommunisti, sum hevði Albaniu sum fyridømi í sínari tíð. Eitt føroyskt vinnulív heilt uttan subsidiir er heilaspuni og utopi. Uppskotið hjá Hermanni er rein teori og heilt uttan jørðforbindilsi ? tað minnir um tann kirurgin, sum ger eina sera tekniskt eleganta og perfekta operatión, sum bert hevur tað brek, at sjúklinguirn doyr! Hetta eru óvitarnir, sum eru ráðgevarar hjá Høgnaklikuni.
Tá ið Høgni Hoydal, eftir at hann var vorðin varaløgmaður, skuldi leggja fram sín politikk og sínar tankar fyri útisetum í 1999 í Keypmannahavn, kundi hann einki annað vísa á, enn at hann meinti, at føroyingar skuldu liva av IT-virksemi og computaraídnaði. Tá fóru fleiri av áhoyrarunum at flenna, og minni enn hálvtannað ár seinni lá allur IT-ídnaðurin nærmast í skeljasori, bæði í USA og í øllum norður-Europa. Men hetta var bert lítið dømi um, hvussu totalt ábyrgdarleyst og óumhugsað alt projektið hjá hesum manni var. Hetta var dømi um, at maðurin eins og fantastarnir í Framafelagsskapinum í sjeytiárunum livdi í púra leysari luft í eini kuvøsu av sápubløðrum og næstan helt seg kunna fáa føroyingar at spáka á sjónum ella hála seg sjálvar upp við eygnabrýrnum.

Hvussu mettu útisetar um fullveldið?
Eftir fundin í Føroyahúsinum var forvitnisligt at hoyra, hvat fólk longu tá hildu um fullveldisplátuna og klichéirnar, sum Høgni Hoydal júkaði uppaftur og uppaftur í saman.

Ein suðuroyingur helt fyri, at hann helt Høgna vera samvitskuleysan "gamblara", og sjálvur helt sunnanmaðurin seg aldri hava verið meira ivaleysan í sambandsstevnuni enn júst hetta kvøldið.
Ein annar suðuroyingur: Hetta eru bara ynskir og trúgv ? her eru eingi fakta og eingin vitan!
Ein vágamaður: Hetta var sum at hoyra um nýggju klæðir keisarans!
Ein havnarmaður helt fyri, at Hoydal virkaði sum ein skralltómur og bíligur demagogur.
Ein annar havnarmaður: Hetta er hættisligt spæl við vælferðini hjá vanligum fólki.
Ein kona úr Eysturoynn: Hetta er ein bíligur populistur.
Ein maður úr Sandoynni: Man hann sjálvur trúgva uppá tað, sum hann sigur?
Ein kona úr Vestmanna: Hetta er so órealistiskt, at tað virkar heilt religiøst!
Ein maður úr Klakksvík: Tað manglaði bara, at hann segði seg kunna ganga á vatninum.

Tað kann nú sum fyrr sannast, at nationalisma er lívsfarlig ? hon førir altíð tiil ábyrgdarloysi og fjalan av veruleikanum og hartil næstan altíð til fascismu. Nationalistar eru aldri førir fyri at loysa nøkur praktisk politisk mál.
Søgan vísir okkum eisini týðuliga, at tey allarstørstu framlop, sum verið hava í føroyskari politiskari søgu, altíð hava verið, meðan javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin hava sitið í landsstýri saman! Tì mugu vit vóna, at gamla gøtan, sum vit minnast, har teir báðir fyrrnevndu flokkar og gamli sjálvsstýrisflokkurin samarbeiddu, kemur at endurtaka seg, soleiðis at vit fáa teir tríggjar heimastýrisflokkarnar aftur til ræði.
Føroyska samfelagið hevur fingið nógvar mangulsjúkur undir hesum stýri, tí treingir
landið til eina sanering við sterkum C-vitaminum!