Felagsskapurin ICEC hevur havt sína árliga vísindaráðstevnan í Gdansk, Polandi.
Á hesi vísindastevnu viðgera frøðingar spurningar um gransking í havinum, og eisini spurningar um hvussu dygdin er í ráðgevingini hjá ICES.
Á ráðstevnuni var eisini ein serligur evnisfundur um markamótið ímillum fyrisiting og umsiting.
Hesin spurningur varð eisini viðgjørdur á einum norðurlandafundi í Føroyum í fjør.
Teir, sum stóðu fyri hesum evnisfundi vóru Ásmundur Guðjónsson, fiskivinnuráðgevari hjá Norðurlanda Ráharraráðnum, Hans Lassen, sum júst er farin frá sum leiðari fyri ráðgevingartænastuni hjá ICES og Kjartan Hoydal, sum júst er farin frá sum leiðari í NEAFC.
Á fundinum legði Kjartan Hoydal fram greinina The TAC fallacy, ella Mest Loyvda Veiðivillan á føroyskum.
Hetta er ein grein, sum vísir á teir trupulleikar, sum MLV skipanir hava við at halda skil á fiskideyðanum, og sammetir hetta við skipanir, sum stýra veiðiorkuni beinleiðis, sum føroyska skipanin.
Á fundinum var eisini ætlanin um eina norðurlanda tankasmiðju løgd fram. Hetta er eit mál sum serliga Ásmundur Guðjónsson hevur arbeitt nógv við.
Endamálið við tankasmiðjuni er, at hon skal skal útvega vísindaligt tilfar um viðurskifti í samband við vinnur á sjónum.
- Hetta kann gerast grundarlag undir at svara aftur stórum parti av tí mangan ósakliga áganginum á fiskivinnuna, serliga í altjóða fjølmiðlum, siga tey í tíðindaskrivi.