Tania Ellis á Vinnuforum hósdagin

Hósdagin verður Vinnuforum í Kongshøll, har sjóneykan verður sett á grøna umlegging, ið slóðar fyri nýhugsan.

 

Tania er stovnari av The Social Busi­ness Company, sum hevur ráð­gevið og arbeitt við eini røð av spenn­andi fyritøkum og stovnum í mun til burðardygd

Ein av fyrilestrahaldarnum til til­takið er Tania Ellis, sum er ein prísvinnandi og altjóða við­ur­kendur serfrøðingur innan burð­ar­dygg vinnurák. Tania fer at greiða frá, hvussu stórar eins og lítlar fyr­i­tøk­ur kunnu menna nýskapandi og burð­ar­dyggar virkisgongdir, ið skapa virði bæði fyri fyritøkuna sjálva og fyri samfelagið. 

 

Tania er stovnari av The Social Busi­ness Company, sum hevur ráð­gevið og arbeitt við eini røð av spenn­andi fyritøkum og stovnum í mun til burðardygd, eitt nú Dong En­ergy, Novo Nordisk og Dansk Er­hverv. Til ber at lesa meira um Taniu Ell­is og The Social Company á slóðini: www.taniaellis.com

 

Tað eru Tórshavnar kommuna og Hug­skotið sum skipa fyri vinn­u­tiltakinum Vinnuforum, har lagt verður upp til ein spennandi seinn­a­part, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og í­blástur. Tiltakið, sum verður hós­dagin 31. mars frá 13:30 til 16:00, er ó­keyp­is. Tó er neyðugt at melda til til­takið her: hugskotid.fo/skrs­eting-til-vinnuforum-2022

 

Tania er stovnari av The Social Busi­ness Company, sum hevur ráð­gevið og arbeitt við eini røð av spenn­andi fyritøkum og stovnum í mun til burðardygd