TanGøta / TjanGøta á Argjahamri

Hugaligt tiltak, frálíkir tónleikarar. Tiltakið var í Skúlanum á Argjahamri. 

 

TeenStreet = TanGøta (13-16 ár) / TjanGøta (17-19 ár)!?

 

TAN(N)ÁRINGUR!?: Orðabøkurnar brúka orðið "tannáringur" um enska orðið "teenager".

 

Flestu fólk munnu vera tannáringar. Pinkubørn og onkur oldingi hava ikki tenn, og tí eru tey ikki tannáringar.

 

Ein hálvgamal maður sum eg er sostatt tannáringur!?

 

TANÁRINGUR (møguliga tan-áringur) man vera tað rætta: 13-16 ára gomul.

 

TJANÁRINGUR (møguliga tjan-áringur): 17-19 ára gomul.

 

Hugaligt, at vit í føroyskum hava tvey orð til aldursbólkin 13-19 ár. 

 

Íslendingar brúka orðið "táningur" (fjórtán, 14). Vit kundu kanska sagt "taningur" / "tjaningur"!?

 

So, góðu orðabøkur, annað ennið má takast úr "tan(n)áringinum!

 

Við tan- og tjan-málkvøðu,

 

Eyðun á Borg