Tangavirkið nógv betri umstøður

Um ikki so langa tíð fær Tangavirkið í Vági nógv størri handilshøli og goymsluhøli.

Tað er Tangavirkið í Vági, sum eigur bygningin, har bovlinghøllin helt til áður. Í kjallaranum er rúmlig smiðja, og her hevur fyritøkan fingið nógv betri umstøður enn tær, sum vóru í gomlu smiðjuni.

 

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at byggja ovaru hæddina í bovlinghøllini um til handil, goymslu og skrivstovu. Tað fyrsta, sum skuldi gerast, var at bróta niður tað, sum var í ovaru hæddini, og í fjør heyst varð farið í holt við at byggja uppaftur.

 

Verandi sølubúð hjá Tangavirkinum er umleið 60 fermetrar stór, men umstøðurnar í nýggju hølunum verða bæði nógv størri og betri. Nýggi handilin verður umleið 220 fermetrar stórur, og goymsluplássið verður einar 200 fermetrar.

 

Í handilshølunum og goymsluhølunum fer Tangavirkinum at hava alt hvs til vanlig viðskiftafólk, og síðan verða eisini onnur og størri ting, sum eitt nú kommunur og vinnulív eftirspyrja.

 

Eitt rímiliga stórt glaspartí verður inngongdin til handilshølini, og glaspartíið kemur at pynta nógv um framsíðuna á bygninginum, og her er forarbeiðið við stoyping og øðrum í gongd í løtuni.

 

- Tá nýggju hølini eru liðug, er ætlanin, at Tangavirkið skal kunna levera alt, sum skal brúkast innan hvs og baðirúmsmøblar. Haraftrat skal goymslan fevna um meginpartin av tí, sum kommunur og vinnulív eftirspyrja innan økið hjá Tangavirkinum, sigur stjórin, Mortan Mortensen.

 

Tangavirkið í Vági er eitt lutfalsliga stórt arbeiðspláss, og í løtuni eru millum 18 og 19 mans til arbeiðis hjá fyritøkuni, harav fimm lærlingar.

 

Trivnaðurin er góður, og ein av teimum drúgvastu og trúgvastu í starvi er Poul Augustinussen, sum hevur arbeitt hjá Tangavirkinum í eini 30 ár. Hann eigur eisini sín stóra leiklut í teirri verkætlan, sum Tangavirkið nú er í holt við.