Tangavirkið 75 ár á baki

Í hesum døgum rundar eitt gamalt virkið í Vági tey 75 árini og 3. ættarlið hevur tikið við. Tangavirkið fyllir 75 ár og virksemi hevur verið øll árini, síðani Palli Mortensen, Argja Palli, legði lunnar undir virkið

Tangavirkið í Vági rundar tey 75 árini í hesum døgum og í hesum sambandi hevur virkið móttøku tann 23. februar.
Tað var Palli Mortensen, nevndur Argja Palli, ið legði lunnar undir virkið. Hann flutti til Vágs í 1932, men longu í 1928 varð heitt á hann um at koma suður at hyggja at einum motori, ið skuldi setast í stand. Hetta arbeiði megnaði hann til fulnar, og tí spurdi Magnus Dahl, um hann vildi koma í Garðasmiðjuna at arbeiða. Eftir tríggjar vetrar byrjaði hann so sítt egna virksemi, sum hevur hildið á til í dag.
Virksemið hevur verið støðugt, men av skiftandi slag.
Virksemið byrjaði við umvæling av súklum og øðrum smiðjuarbeiði.
Krígsárini høvdu hópin av umvælingum av motorum við sær og
eftir kríggið, umleið 1946, bleiv ein korvett umbygd til trolara. Arbeiðið var liðugt á summri 1947 og nevndist skipið Rodni.
Í 1950 var kreppa, og bleiv tá farið undir at leggja sentralhita í hús.
Í 1961 varð farið undir at framleiða føroyskar ketlar og hetta helt fram til 1978, tá farið varð undir at gera oljutangar og er hetta ein av stóru framleiðslunum ídag, og hesir eru sjálvandi góðkendir.


Ættarskifti

Eftir fleiri ár, bleiv so fyrsta ættarliðskiftið í Smiðjuni hjá Argja Palla, tá ið sonurin Bent tók yvir arbeiðið, og bleiv smiðjan kallað Smiðjan hjá Bent. Nú vit skriva 2007, hevur triðja ættarlið tikið við og stjórnast fyritøkan nú av Mortan Mortensen.
Um aldarmótið byrjaði Tangavirkið eisini handil, har útsøla er av baðirúmstilhoyri, rørum, fittings, og annað, ið hoyrir til virksemið.
Hóast virksemið hjá Tangavirkinum mest er í Suðuroynni, so eru sera nógv specialarbeiðir umbiðin norðanfjørs. Eitt nú stálkonstruktiónir, flutingstangar og besløg til alivinnuna, umframt teir góðkendu oljutangarnir, ið verða seldir kring allar Føroyar.

Hóast nógv ár eru liðin síðani virksemið byrjaði, og hóast svárar krepputíðir, so hevur smiðjan altíð hórað undan, og hevur í dag staðfest sítt virksemi.

Á Tangavirkinum starvast 13 fólk, herav eru 4 lærlingar. Eisini er eitt fólk á skrivstovuni og eitt í handlinum.

Mortan Mortensen, stjóri, heldur, at útlitini eru sera bjørt, tá ein hugsar um flutningssambandið um Suðuroyarfjørð er munandi betrað, og at í næstum skulu byggjast bæði skúli og ellisheim í oynni. Við hesum sær framtíðini ljós út.
- Men tað, ið eisini er sera gott fyri eina fyritøku sum okkara er, at kundar norðanfjørðs umbiðja alt fleiri og fleiri arbeiðir, tí teir vita, at vit kunnu veita eina góða vøru til ein góðan prís, sigur Mortan Mortensen.





FAKTA:
Tangavirkið (Smiðjan hjá Argja Palla, Smiðjan hjá Bent).
Palli Mortensen flutti til Vágs í 1932 og byrjaði smiðju.

Smiðjuarbeiðið í høvðusheitum:

stálarbeiði
góðkendir oljutangar
alminum, rustfrítt arbeiði
umvælingar
vanligt smiðju arbeiði
hita og sanitet
hydraulik
besløg til alivinnuna
serligir flutningstangar til alivinnuna
ymisk hús til el, spøl oa.