Tangaskip ella skip við tanga

Tað er ikki einans stór og tung ferðsla á Brúnni um Streymin í hesum døgum, tí í morgun sigldi ein sandbátur við einum ordans tanga umborð undir brúnni Tað var ein heldur óvanlig sjón, tá sandbáturin við tanganum á dekkinum, fór gjøgnum Sundalagið í morgun. Tangin er bygdur á Skipasmiðjuni í Havn og skuldi flytast til Eiðis.

Hóast tangin var stórur ? 8,5 metrar breiður og 10 metrar høgur ? var kortini ikki nakað ivamál, um sandbáturin fór at megna at sigla undir brúnna við honum.

Sostatt var ikki neyðugt at gera sum tey gjørdu í Danmark í fjør, tá eitt 360 metrar langt, 64 metrar breitt og 72 metrar høgt skip skuldi undir Stórabeltsbrúnna.

»Oasis of the Seas« var sjey metrar ov høgt í mun til brúnna, men við at laga seg í mun til flóð og fjøru og at brúka framkomna tøkni, sum togaði hægstu skorsteinarnar niður í skipið, eydnaðist tað at sigla undir.

Á Eiði og í Havn vóru tey helst samd um, at tað var skilabest at byggja soleiðis, at tangin kundi siglast undir Brúnna um Streymin, uttan stórvegis hóvasták.