Ótangarnir ikki funnir

Eingi spor eru eftir tann ella tey, sum gjørdu stórt herverk á fimm bilar í Sandvík næstseinasta vikuskiftið

 

Sandvík: Løgreglan í Suðuroy veit framvegis ikki, hvør framdi umfatandi herverk á bilar í Sandvík fyri smáum tveimum vikum síðani.

Herverk fyri nógvar túsund krónur var gjørt á fimm bilar í Sandvík. Bilarnir vóru illa skøvaðir við djúpum skøvum, og bilarnir høvdu eisini fingið onkrar stoytir.

Løgreglan í Suðuroy sigur seg einki ítøkiligt hava fingið at ganga eftir í málinum.

Tað var sera friðaligt í Sandvík hetta vikuskiftið, tí stórur dansur var á Tvøroyri, og tí tykist tað verða trupult at fáa upplýsingar.

Løgreglan sigur seg framhalandi arbeiða við málinum.