Her hava verið hugnaligar samkomur av ymiskum slag, og í skrivandi løtu er »Høganes« væl mannað av eldri monnum, ið leita sær umborð gerandisdagar frá klokkan 16 - 18 at stytta sær stundir og hugna sær við kortspæli og práti.
Men hóast allan hugna og vælvild, so eru vit komnir í neyð av ótangum (størri smádreingjum), sum gera herverk bæði á bryggjuna og sjálvt skipið. Hetta óskil má halda uppat, og heita vit á ótangarnar og teirra avvarandi um at steðga hesum óskili.
Høganesnevndin
Páll Rasmussen
Jefri Lamhauge
Símun Mittún
Dánjal P. Højgaard
Martin í Grund