Tamur dystur við fýra málum

Tað var ein ógvuliga tamur dystur áskoðararnir vóru vitni til í Gundadali í gjár. Skála hevur onki at spæla og B36 hevði timburmenn, og tað setti sín dám á dystin, sum kortini endaði við at liðini bæði fingu tvey mál í part


 
Tað var turt, men býtandi kalt og eitt lítið lot lá eftir ovara vølli í Gundadali í gjárkvøldið. Tað sást eisini aftur á áskoðarafjøldini, tí tey vóru ógvuliga fá, sum høvdu funnið sær leiðina í Gundadal.
Dysturin var eisini ógvuliga lítið undirhaldandi. Gaman í, liðini byrjaðu bæði við sterkastu manning, men tað var koyrt í triðja geari allan dystin, uttan tá Skála seinastu løtuna trýsti á speedaran eina løtu.
 
Linligt áðrenn steðgin
Heimaliðið var nokk oman á í fyrra hálvleiki. Teir høvdu eini tveir minni kjansir, áðrenn Fróði Benjaminsen kundi lagt B36 á odda, tá lítil hálvur tími var spældur, eftir frálíkt uppspæl frá Jóhan V. Gunnarsson, men skotið hjá toftamanninum fór upp um málið.
Í 32. minutti riggaði tó betur hjá Fróða. Sylla vann ein nærdyst inni í feltinum, men Vlada Filipovic hálvbjargaði hálvkiksaða skotinum frá Sylla, og so var Fróði kvikur og prikaði bóltin inn.
B36 hevði nú fingið eitt mál uttan at trýsta so øgiligt, og Skála hevði illa nokk havt nakað skot á málið hjá Jákup Mikkelsen.
Tvær royndir høvdu teir tó. Tá hálvur var farin spældi Alexandur Johansen Nenad Stankovic leysan. Ein frágera góð sending sum splittaði alla B36 verjuna, men Jákup Mikkelsen bjargaði væl skotinum frá serbanum.
Næsta royndin var beint fyri hálvleik, men bólturin varð bjargaður á strikuni eftir hornaspark.
 
Lívligur endi
Seinni hálvleikur var eisini keðiligur. B36 byrjaði tó bragdliga og fekk tríggjar stórar kjansir tríggjar teir fyrstu minuttirnar, men so hendi ikki meiri fyrr enn tað restaði eitt korter av dystinum.
Jóhan V. Gunnarsson vann bóltin í vinstru síðu og streyk avstað niðaneftir vøllinum. Á vegnum nýtti hann Santos sum banda, áðrenn hann legði eina framúr sending tvørtur um vøllin til Berg Midjord, sum lætt legði bóltin í tóma málið. Eitt flott mál frá B36, sum vinstri bakkurin átti størstu æruna av.
Nú trúðu tey flestu, at B36 fór at trilla sigurin heim, men so var ikki. Skála gav bóltin upp og skoraði beinanvegin.
Innskifti Debus Danielsen legði eina super sending til Boga Gregersen, sum gjørdist púra leysur. Jákup Mikkelsen kemur út at verja fyri, men Bogi lyftir bóltin væl upp um landsliðsmálverjan og minkar um leiðsluna.
Hetta kom púra dátt við hjá B36 og nakrar minuttir seinni javnaði Skála. Málverji og verjuleikari kunnu ikki semjast um hvør skal taka bóltin, og so smýgur Debus Danielsen sær í millum og leggur bóltin í netið.
Skála sleppur tó ikki trýstinum eftir hetta, men B36 raknar við, og eina løtu sær tað út sum um, at liðini bæði veruliga vilja vinna dystin.
Tað endaði tó við javnleiki. B36 var annars so nær við sum teir kundu í yvirtíðini, men skoti frá Santos brast á tvørtræið.
 
Í lagi
Soleiðis endaði dysturin í Gundadali við javnleiki. B36 hevði verið oman á stóran part av dystinum, men seinasta korteri eigur Skála rós uppiborið fyri og tí var tað eisini í lagi, at liðini býttu stigini sína millum.