Southampton vann í kvøld fyrru hálvfinaluna móti Liverpool í EFL-Cup 1-0. Nathan Redmond skoraði einsamalla málið fyri heimaliðið.
Les eisini: United annað beini í finaluni
Southampton hevði greitt flestu møguleikarnar í dystinum og kundi vunnið við fleiri. Liverpool hevði bóltin mest, men tað var ikki fyrr enn Philippe Coutinho kom inn seinasta hálva tíman, at ferð kom á spælið hjá gestunum úr Liverpool.
Einsamalla málið kom miðskieðis í fyrra hálvleiki, eftir uppspæl í hægru síðu. Tann annars útskeldaði Loris Karius stórbjargaði stutt frammanundan, men tá Nathan Redmond bleiv spældur leysur stutt seinni endaði bólturin í málinum.
Manchester United vann í gjár 2-0 á Hull City, og hevur annað beini í finaluni. Hinvegin tykist uppgerðin millum Southampton og Liverpool púra opin undan seinna dystinum, sum verður á Anfield í Liverpool um tvær viku.
EFL-Cup: (Fyrru hálvfinalur)
Southampton – Liverpool 1-0 (1-0)
1-0 Nathan Redmond, 20
Manchester United – Hull 2-0 (0-0)
1-0 Juan Mata, 56.
2-0 Marouane Fellaini, 87