Tað eydnaðist ikki nøkrum av uppløgdu kandidatunum til gylta skógvin at skjóta seg nærri hesum sama skógvi um vikuskiftið. Tað eydnaðist nevnliga ikki hjá nøkrum av ovastu 10 spælarum á máltindinum at koma á talvuna sunnudagin. Hjalgrím Elttør hjá NSÍ, sum undan hesum umfarinum hevði fimm mál á kontini, gjørdist tó partur av top-10 við sínum máli móti B36.