Tamir kollfirðingar

KÍF-StÍF 22-34 (10-12)

StÍF er enn oddalið í Atlantic Airways-kappingini. Og ta støðuna staðfestu teir eisini so ruddiliga í dag.

Hóast kollfirðingar fylgdu væl við fyri steðgin, so megnaðu teir ikki at fylgja við, tá oddaliðið setti ferð á.

Sum seinni hálvleikur leið, so gjørdist sigurin bara tryggari og tryggari, og sum hini úrslitini lagaðu seg hetta umfarið, so er væl lítil ivi um, at StÍF nú eigur annað finaluplássið.

Hjá kollfirðingum skoraði Dean Stankovic 7 mál. David Edvardsen skoraði 8 mál fyri StÍF.