Bogaskjótifelagið Tambar skipaði í leygardagin fyri kapping í Havn, har eisini gestir úr Íslandi og Noregi luttóku. Morten Bøe vitjaði skjúttarnar, tá teir vandu fríggjadagin, eins og hann hevði ein fyrilestur um mentala venjing, har hann m.a. tosaði um sínar persónligu royndir í altjóða skjóting.
Sum væntað var tað Morten Bøe, sum vann innleiðandi skjótingina, hetta gjørdi hann við sínum ársins besta innandura úrsliti ? 595 stig av 600 møguligum.
Kappingin varð skipað í bólkarnar compound og recurve, har menn og kvinnur skutu í hvør sínum bólki. 8 recurve menn, 3 recurve kvinnur, 8 compound menn og 2 compound kvinnur luttóku. Innleiðandi úrslitini vóru hesi:
Recurve menn:
Eggaba Andreasen, VágaSkot (268+279) 547 stig P
Absalon Hansen, Tambar (270+272) 542 stig
Guðmundur Smári Gunnarsson, Ísland (254+263) 517 stig
Tórfinn Hansen, VágaSKot (250+250) 500 stig
Jim S. Guttesen, VágaSkot (242+232) 474 stig
Rúni Hansen, Ørvur (213+231) 444 stig
Ingi B. Guðmundson, Ísland (210+232) 444 stig
Heini Bergsson, Tambar (178+208) 386 stig P
Bronsufinalan: Guðmundur og Jim. S 108-100
Gullfinalan: Absalon-Eggaba 109-106
Recurve kvinnur:
Annika Vang, Ørvur (271+280) 551 stig
Jastrid M. Jensen, Tambar (253+265) 518 stig
Ester Finnsdóttir, Ísland (197+175) 372 stig
Bronsa: Bert tríggir luttakarar har Ester tapti sína hálvfinalu og sostatt fekk bronsu.
Gullfinalan: Annika-Jastrid 113-101.