Tíðliga seinnapartin í dag fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í einum sethúsum í Børkugøtu í Havn. Øll tilbúgving fór á staðið, bæði brandbilar, sjúkrabilar og løgregla.
- Vit hava enn ikki fingið endaliga fráboðan um, at átakið er avblást, men soleiðis, sum vit hava skilt, er tamarhald á støðuni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Lagt verður aftrat, at onkur, sum var í húsinum, tá eldur kom í, er fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri møguliga roykeitran.