Ein telefon samrøða við Glazer familjuna, góð ráð frá Sir Alex Ferguson, óð Manchester United viðhaldsfólk og eina tvífalda lønarhækkan skuldu til, áðrenn Wayne Rooney eftir eina hendingarríka viku skrivaði undir ein nýggjan fimm ára sáttmála. Tað er Sir Alex Ferguson sum vit kenna hann best. Fyrsta trekkið kom týsdagin og tað kom sum ein spann av køldum vatni fyri Manchester United viðhaldsfólk.
Sir Alex skilur ikki Rooney
Um vikuskifið fyri eini viku síðan eru bløðini á tremur við søgum um, at Wayne Rooney ikki er sinnaður at leingja sáttmálan við Manchester United. Sáttmálin gongur út um 18 mánaðar. Týsdagin hevur Manchester United tíðindafund og hóast fundurin skuldi havt snú seg um dystin dagin eftir ímóti Bursaspor, so er bara eitt mál á skránni – Wayne Rooney. Í yvir seks minuttir tosaði ein kensluborðin Sir Alex um at Rooney ikki vildi halda fram og at hann einki skilti av støðutakanini hjá Rooney. Sir Alex letur tó hurðina standa á glop. Eina løtu sá Sir Alex út sum ein kongur, ið hevði mist tamarhaldi á sínum kongaríki. Í yvir tjúgu ár hevði Sir Alex bart alla mótstøðu niður, men hevði hann nú tapt? Carlos Tevez, Cristiano Ronaldo og nú Wayne Rooney?
Wayne Rooney váttar at hann fer
Mikudagin staðfestur Wayne Rooney, at hann ikki heldur fram í Manchester United. Vantandi ambitiónur hjá felagnum er høvðusorsøkin sigur hann. Hann sigur seg hava tosa við leiðsluna í Manchester United og teir hava ikki fortalt honum tað, ið hann vil hoyra. Hann avvísur heldur ikki at fara til arvafíggindarnir og grannarnar Manchester City. Hann er ikki á Old Trafford, tá Manchester United í Champions League vinnur 1-0 á Bursaspor. Nøkur viðhaldsfólk hava gjørt skeltir, har tey vísa sína ónøgd við Rooney. Tað kemur eisini fram, at Rooney kann fara fyri so lítið sum 50 milliónir krónur orsaka av Webster dóminum.
Meginparturin av viðhaldsfólkunum eru ørg inn á Rooney og fleiri í fótbóltsheiminum úttala seg søðuna og flestu siga seg ikki skilja Wayne Rooney. Millum teir eru Blackpool venjarin, Ian Holloway, fyrrverandi Manchester United liðskiparnir Roy Keane og Steve Bruce, sum í dag eru venjarar hjá ávíkavist Ipswich og Sunderland.
Allir venjararnir hjá stóru feløgunum í Evropa verða spurdir, um teir ætla sær Wayne Rooney. José Mourinho sigur alt fyri eitt, at hann væntar at Rooney verður verandi. Um ikki, so kann hann líka ringja, sigur venjarin hjá Real Madrid og fer at flenna.
“Far til City og tú ert deyður”
Hósdagin veksur trýsti á Wayne Rooney og tað er einki at ivast í, at fólki velur Sir Alex fram um Wayne Rooney. Um kvøldið eru óðir Manchester United viðhaldsmenn møttir upp uttanfyri húsini hjá Wayne Rooney. Teir eru íklæddir so, at ongin kann kennast við teir og støðan sær ikki lítið ræðandi út. Rooney ringir eftir løgregluni. Á eini Nike lýsing í Manchester, har Wayne Rooney er á, stendur; “Far til City og tú ert deyður”! Rooney hevur ein fund við leiðsluna hjá Manchester United, men niðurstøðan frá fundinum kemur ikki alment fram.
Rooney skrivar undir
Stutt eftir klokkan tólv fríggjadagin kemur so staðfestingin, Wayne Rooney hevur skrivað undir nýggjan fimm ára sáttmála. Lønin er tvífalda og hann hevur fingið vissu frá Glazer familjuni, at felagið framvegis hevur stórar ambitiónir. Í samrøðu við sjónvarpsstøðina hjá Manchester United, MUTV, sigur Wayne Rooney orsaka fyri støðuna, sum felagið er komið í. Hann er fegin um at hava skrivað undir nýggjan sáttmála og sigur at tað er á Old Trafford hann hoyrir heima. Sir Alex Ferguson sigur eisini við MUTV, at hann er fegin um at Rooney er komin til tað niðurstøðu, at Manchester United er besta staðið hjá honum at verða.
Sir Alex er vinnarin
Niðurstøðan eftir alt hetta er, at størsti vinnarin í hesum talvspælinum var 68-ára gamli venjarin úr Skotlandi. Hann visti akkurát hvussu hann skuldi gera fyri at leggja trýst á Wayne Rooney og samstundis hava øll Manchester United viðhaldsfólkini á síni síðu. Hann legði samstundis eitt óbeinleiðis trýst á Glazer familjuna. Hann hevur eisini fingið staðfest, at ongin er størri enn Sir Alex í Manchester United.
Wayne Rooney hevur fingið eina stóra lønarhækkan, men bæði hann og umboðsmaðurin hjá honum eru komnir í ringt orð. Tað skal nógv til áðrenn Wayne Rooney verður líka væl dámdur, sum hann var áðrenn.
Glazer familjan, ið eigur og rekur Manchester United hava verið fyri ákoyringum, tí viðhaldsfólk eru bangin fyri at teir tøma felagið fyri pengar. Nú hevur Sir Alex eisini fingið staðfest frá teimum, at teir ikki ætla at hála fíggjarliga grundarlagið undan Manchester United. Sir Alex Ferguson kann nú aftur leggja til brots í Premeir League, har 19. meistaraheiti skal vinnast. Kongurin hevur ikki mist tamarhaldið á kongaríkinum!










