Talvkapping í Kollafjarðar skúla

Sunnudagin verður skipað fyri talvkapping í Kollafjarðar skúla.

Kappingin verður fyri børn, og kappast verður í minst trimum bólkum, 2. flokkur og yngri, 3.-5. flokk og 6.-9. flokk.

Verður stór luttøka, verður deilt upp í smærri bólkar.

Teir yngru bólkarnir telva uttan klokku - tó verður klokka sett inn um hetta verður mett neyðugt. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meir um klokkuna enn um talvið.

Tey eldru telva við 10 minuttum í part á klokkuni til hvørt talvið.

Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu í hvørjum aldursbólki. Harumframt fáa øll okkurt fyri luttøkuna.

Kappingin verður sum nevnt sunnudagin 26. mai og byrjað verður klokkan 14.