Eins og siður er, verður telvað um FM á páskum og í so máta er 2000 einki undantak.
Tað er tað kortini í aðrar mátar, tí í ár hevur allur talvheimurin møguleika - um internetið - at fylgja við í hvat fyriferst á Oyrarbakka. Talvsamband Føroya hevur nevniliga fingið samstarv við fleiri stórar talvheimasíður.
Talvsambandið hevur í longri tíð havt samstarv við www.dsu.dk, sum er heimasíðan hjá danska talvsambandinum, men nú hevur TSF eisini fingið samstarv við svenska talvsambandið. Tað merkir, at tað er ein leið frá svensku talvheimasíðuni, til tað føroysku, so til ber hjá svium at fylgja við í Føroyum.
Tað, sum kortini er meira forkunnugt er, at ein av teimum stóru talvheimasíðunum - www.chesscenter.com - hevur víst føroyingum ans. Í tí partinum, sum eitur This Week in Chess, er løgd ein leið til tann enska partin av føroysku talvheimasíðuni, og har hava útlendingar møguleika at fylgja við í tí, sum fyriferst á Oyrarbakka.
Tí kunnu vit av sonnum siga, at øll heimsins eygu eru vend móti Oyrarbakka ...
Annars hevur føroyska talvheimasíðan hesa adressu: www.sam-teld.fo/talv/