Heimamissiónin hevur sunnudagsskúla í nærum øllum bygdum í Føroyum, umframt fyri børn hjá útisetum niðri, og eisini er ein familju- og barnaráðgevi í fulltíðarstarvi.
Somuleiðis skipar Heimamissiónin hvørt summar fyri fleiri summarlegum í Nesvík og aðrastaðni, har hundraðtals børn eru savnað til gamans og álvara í summarfrítíðini, og síðstu árini er luttakaratalið á legunum vaksið støðugt.
Alt arbeiðið hjá Heimamissiónini verður fíggjað við gávum, og tað er eisini galdandi fyri sunnudagsskúlan, sum tí við talvudegnum í dag kann fáa eitt gott fíggjarligt íkast til sítt virksemi.