Talvan er best

Næmingarnir læra mest av teirri góðu og gomlu undirvísingini, vísir norsk kanning.

Ein nýggj kanning vísir, at teir tradisjonellu hættirnir at undirvísa, har lærarin brúkar talvuna og hjálpir tí einstaka næmingunum, geva bestu úrslitini.

Teir tradisjonellu hættirnir geva tí betri effekt, enn næmingastýrd undirvísing, skrivar norska Aftenposten.

Hættirnir við bólkaarbeiði, prosjektarbeiði og praktiskum uppgávum, samantvunnin við nógvum eftirmetingum, gav eitt negativt úrslit.

Tá spurt varð inn til avrikið hjá tí einstaka næminginum vísti kanningin, at hetta er treytað av útbúgvingini hjá foreldrunum.

- Ov nógvar testir og eftirmetingar taka lærihugin frá næmingunum, sigur Vibeke Opheim, sum er granskari hjá Nifu Step í Noregi.

Hon leggur tó dent á, at hetta eru fyribils úrslit, sum verða kannað nærri í framtíðini.