Talv: Tilmelding til liðkappingina 2008/2009

Hesi feløg hava lið í:

1. deild: Vestmanna 1, Sandavágur 1, Klaksvík 1, Klaksvík 2, Havnin 1 og Havnin 2 (komið upp úr 2. deild).

2. deild: Toftir, Sandavágur 2, Klaksvík 3, Kollafjørður, Vestmanna 2 (komið niður úr 1. deild) og Rókur (komið upp úr 3.deild).

 

Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 3. deild og í unglingadeildini.

 

Tilmeldinginarfreistin er mikudagin 17. september.

Umráðandi er eisini at feløgini senda inn styrkilistar sínar. Hesir verða atkomuligir á heimasíðu Talvsambandsins.

Eisini skal upplýsast hvør er liðformaður fyri tey ymsu liðini, og kontaktupplýsingar fyri viðkomandi.

 

Liðkappingin er sett at byrja mikudagin 24. september fyri unglingar og sunnudagin 28. september fyri hinar deildirnar.

 

Talvkalendarin fyri kappingarárið 2008/2009 kann síggast á heimasíðuni hjá Talvsambandinum.

 

Broyttar spælitíðir:

Í ár eru spælitíðirnar fyri unglingadeildina broyttar til mikukvøld.

Hetta inniber, at unglingar frítt kunnu telva í unglingum og í einari av hinum deildunum í sama umfari, skrivar Talvsamband Føroya.