Eftir at seks umfør eru telvað er Ólavur Simonsen á odda saman við 11 øðrum telvarum. Ólavur Simonse hevur m. a. vunnið á tveimum altjóða meistarum.
Í morgin skal Ólavur Simonsen møta »Tigaranum« GM Tiger Hillarp Persson, sum m. a. er væl kendur sum venjari hjá kolfirðingum.
Annars eru støðan hjá hinum føroyingunum í kappingini
Ólavur Simonsen 5 stig
John Arni Nilssen 4 stig
Herluf Hansen 3* stig
Olaf Berg 3 stig
Miriam Olsen 2 stig
Thomas Hans Rubeksen 1 stig
Talvkønir meta, at hetta er eitt sera gott avrik hjá Ólavi Simonsen.
Á heimsiðuni hjá føroyska talvfelagnum í Keypmannahavn (www.talv.dk) sigur Ólavur Simonsen um sætta umfar:
- John Arni fekk Stellan, ella koppa-stell(an). Teir telavðu sisilianskt, og fóru so út í endatalv. Her fekk stellið ena finnu, og so eina aftur at. Seinni gjørdi hann so ein feil í bispa endatalvinum, og Stellan tók alt stigið.
Eg (Ólavur) hevði svart móti IM Símin. Eg ofraði eina finnu beina vegin, og herjaði á hann. Hann royndi at verja, men eftir bert 17 leikir var hann avbardur. Eg legði so Bekker á tofti-bekkin, og flongdi hann. Hetta vil siga, at presentations ratingi er 2540. Krøvini fyri at fáa IM-norm eru, at man heldur sær omanfyri 2500.
Herluf fekk Skytte, og hesin skeyt hann sundur og saman. Also stutt sagt, hann tapti bara.
Olaf royndi sítt besta, men hin telvaði væl, og hevði takið á honum. Mótstøðumaðurin tók so til endans og snaraði høvdi av honum.
Miriam fekk ein avsmurning. Hin herjaði á hana, og snøgt sagt hølvaði hana av, so tá tey skuldu ganga plankan út, segði hann:"Damerne først".
Thomas Hans stóð væl leingi inn í talvið, men ansaði ov illa eftir. Hin fekk eitt álop í gongd, og Thomas kláraði ikki at verja í móti. So aftur eitt null til Thomas.
Annars ber til at fylgja við Politikken Cup á www.kbhsu.dk









