Føroyar er fremsta talvtjóðin í Evropiskum smátjóða høpi. Hetta varð staðfest, tá seinasti leikur varð fluttur í Andorra, har 10 smátjóðir hava verið í orrustu seinastu vikuna. Kappingin gjørdist sera spennandi. Føroyar vóru í oddinum eftir fáum umførum, men toganin gjørdist øgilig ímillum vertslandið Andorra og Føroyar. Ta eina stigið skilti partarnar nærum alla kappingina og tá innanhýsis uppgerðin endaði við javnleiki, var líkasum upp til hvønn partin sær, at fáa sum mest burturúr restina av kappingini.
Lidid vard mannad vid: IM Helgi Dam Ziska, FM Heini Olsen, IM John Rødgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen og Hjalti Toftum Jógvansson. Finnbørn Vang var lidleidari.
Føroyar telvdi 36 talv, uttan tap, sum ? í talvhøpi ? er heilt ekseptionelt og einastandandi væl klárað.
Meðan elitan: Helgi, Heini og John mannaðu fremstu borðini, valdi Talvsambandið, sum lið í framhaldandi ungdómsmenningini og talentmenningini, at gagnnýta stóra framburðin innan ungdómstelvingina seinnu árini. Tískil vórðu 16 ára gomlu Rógvi Egilstoft Nielsen, úr Sandavági og Ársins Stjørnuskot 2008/09, Hjalti Toftum Jógvansson, úr Tórshavn, úttiknir at umboða Føroyar á 4. borði. Og sera væl hilnadist. Álitið Talvsambandið gav ungu talentunum varð latið aftur við framúrskarandi góðari úrtøku. Uttan tap í 9 umfør.
Føroyar hava mong søgulig úrslit at vísa á í OL høpi innan telvingina, har luttikið er síðani 1970. Í OL høpi eru Føroyar í miðjuni av øllum heimsins londum. Í dag varð staðfest, at Føroyar er besta smátjóðin í Evropiskum høpi, skrivar Jògvan Joensen à heimasìduni hjà Talvsambandinum.