Í skrivandi løtu telva David og Goliat, Føroyar og Armenia, á talvolympiaduni í Dresden í Týskalandi. Hetta er at sammeta við, at Føroyar spæla móti Brasilia í fótbólti. Føroyska talvlandsliðið er av álvara komið í eldin. Í dag spæla okkara fremstu telvarar móti ikki færri enn 4 stórmeistarum, úr Armenia. Teir vunnu gull til seinasta OL.
Paringin varð almenn fyri nøkrum tímum síðani. Telvað verður soleiðis.
6.1 GM Akopian Vladimir 2679 - IM Ziska Helgi Dam 2416 6.2 GM Sargissian Gabriel 2642 - FM Olsen Heini 2376
6.3 GM Petrosian Tigran L 2629 - IM Rodgaard John 2383 6.4 GM Minasian Artashes 2541 - Poulsen Martin 2281
Frægi pennurin hjá alvssambandinum skrivar á heimasíðu síni undan størstu talvavbjóðingini, sum eitt føroyskt talvlandslið nakrantíð hevur møtt:
?Í 3. umfari, møta Føroyar ongum øðrum enn forsvarandi OL-gull-vinnarunum, Aremenia. Vinnarar í talv-OL 2006 í Torino.
Super-Stórmeistarar á hvørjum borði. Telvarar sum antin dyrgja eftir HM-heitinum, ella eru sekundantar (hjálparar) hjá øðrum at gerast tað.
Dávid ímót Goliat. Í fótbóltshøpi, Føroyar ímóti Brasil....
Nú er løtan ! Á hvørjum borði sita føroyingar, sum, hvør í sínum lagi, stríðast í persónligu, størstu uppgávuni nakrantíð. Her er møguleikin !
Øgiligt trýst - men samstundis eitt vælsignað høvi, at finna fram allar tær dygdir, sum liggja goymdar í føroysku talvkrókunum.?