Talið av koppsettum kvinkar uppeftir

Eitt lítið prosent av føroyingum eru liðugt koppsettir seinastu vikuna.

Tað vísa hagtøl frá Heilsumálaráðnum.

 

Tilsamans 37.836 fólk í Føroyum eru nú liðugt koppsett. Tað er eit sindur meira enn fyri eini viku síðani, svarandi til 70,7 prosent. Tá vit skrivaðu um hagtølini næstseinasta sunnudag var talið 69,9 prosent.

 

74,2 prosent hava fingið fyrstu sproytuna við koppingarevni. Tað er 1,1 prosent fleiri enn fyri átta døgum síðani, tá talið var 73,1 prosent.

 

Enn er ikki greitt, um landsstýrið fer at bakka í málinum um koronupass, so sum farsóttarnevndin mælir til. Løgmaður helt í gjár fast um, at landsstýrið fer ikki at gera mun á fólki, sum eru koppsett og ikki koppsett. Men trýstið á landsstýrið um at seta tiltøk í verk sær út til at økjast.