Smittutølini bæði í Føroyum og okkara grannalondum eru ógvuslig, men í Føroyum eru vit so heppin, at bert seks fólk í løtuni eru innløgd við koronu - og í Grønlandi er talið 12.
Men, hyggja vit eitt nú til Noregs, er talið av innløgdum í dag 442.
Hetta er samstundis ein vøkstur í innleggingum í mun til dagin í gjár á 40 sjúklingar. Soleiðis er hetta eisini met í innleggingum í Noregi annan dagin á rað, síðan farsóttin tók seg upp.
Í Noregi verður sagt, at tey 442 fólkini, sum í løtuni eru innløgd við koronu, telja 4,6 prosent av samlaða talinum av innløgdum á norskum sjúkrahúsum.
54 koronu-sjúklingar liggja í løtuni á intensivari deild. Koronu-sjúklingarnir á intensivari deild telja í løtuni 22,1 prosent av øllum innløgdum á intensivari deild í Noregi.
- Tølini hjá Heilsustýrinum vísa ikki, um koronu-sjúklingarnir, sum liggja á sjúkrahúsi, liggja vegna koronu - ella av øðrum heilsuávum, veit Dagbladet at siga.