Talið av deyðum í Magdeburg komið upp á fýra

Talið av deyðum eftir at ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í týska býnum Magdeburg er í morgun hækkað til fýra

Heiko Rebsch/AP/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir týska løgreglan sambært týska blaðnum Bild.

Í fyrstu syftu varð upplýst, at í øllum førum ein persónur doyði, síðani hækkaði tað til tveir og nú í morgun til fýra.

Bild skrivar eisini, at sambært løgregluni eru 41 fólk komin illa til skaða av hendingini í gjár.

Týska løgreglan hevur í morgun rannsakað fleiri bústaðir í býnum Bernburg í sambandi við tað, sum hildið verður er eitt álop á ein jólamarknað í Magdeburg í gjár, tá ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu, eftir øllum at døma við vilja og tilvitaður um at raka so nógv fólk sum gjørligt.

Sambært týska miðlinum Mitteldeutscher Rundfunk (MDR) hevur løgreglan einki sagt um, hvørt tey hava funnið nakað av áhuga undir rannsóknunum. 

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

 

 

Heiko Rebsch/AP/Ritzau Scanpix