Teir skuldu skerja almennu umsitingina. Men teir gjørdu akkurát tað øvugta.
Er tað nakar, sum hevur eitt ilt eyga á almennari umsiting, eru tað Sambandsflokkurin, og ikki minst, fólkaflokkurin
Vaksandi, almenn umsiting - ?hesin øgiligi almenni yvirbygnaðurin³ sum tey hava rópt seg uppá, - hevur verið rótin til nógv ringt í hesum samfelagnum , ikki minst eitt ov høgt skattatrýst.
Og ikki minst hevur fólkaflokkurin gjørt tað til sína missjón at skerja almenna umsiting.
Men nú gongur sjón fyri søgn, at tá ið teir sjálvir komu framat trognum, eru teir ikki førir loysa tað vandamál, sum teir hava fortalt veljaranum er ein høvuðstrupulleiki í okkara samfelag: At umsitingin er ov stór.
Tvørturímóti hava teir gingið á odda í at gjørt henda ?trupulleika³ enn størri
Tí hesi seinastu trý árini er talið á starvsfólki í almennu umsitingini í Tinganesi nevniliga tvífaldað.
Hetta vísir ein uppgerð, sum nú er gjørd í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina.
Uppgerðin vísir, at í 1994 vóru 43,5 starv í meginumsitingini í Tinganesi.
Men nú 1997 fer at halla, er starvsfólkatalið komið upp á 82,25 størv.
Eftir uppgerðini arbeiddu 44,5 fólk í Tingensi í 1991.
Men við árslok í 1994 var eitt fólk minni í Tinganesi, tí tá var talið komið niður á 43,4 fólk.
Men síðani er starvsfólkatalið vaksið við rúkandi ferð.
Í 1996 arbeiddu 50,5 fólk í Tinganesi.
Í 1997 arbeiddu 68 fólk í Tinganesi, men nú, vit standa á gáttini til 1998, er starvsfólkatalið komið uppá 82,25 fólk, so tað er serliga hetta seinasta árið, starvsfólkatalið er økt nógv.
Tey, sum nú arbeiða í Tinganesi eru 6 aðalstjórar, 8 deildarstjórar, 43 fulltrúar og 25 skrivstovufólk.
Henda velduga, brádliga økingin í talinum á almennum starvsfólkum sigst vera ein beinleiðis avleiðing av bygnaðarbroytingunum hjá finn N. Christensen.
So teir, sum vístu á, at avleiðingin fór at verða ein veldug, økt, almenn umsiting, hava higartil fingið rætt.
Um so umsitingin er farin at virka tilsvarandi betri, kenn standa til hvønn einstakan at meta um....