Tað skrivar Skúlablaðið, sum eisini lýsir søguligu gongdina við skúlum í Føroyum:
Søguliga gongdin seinastu seksti árini er, at skúlatalið er fækkað niður í helvt, meðan miðal næmingatalið fyri hvønn skúla er næstan trífaldað.
Hugburðurin í Føroyum hevur verið, at næmingar so vítt gjørligt skulu fáa undirvísing í heimbygd síni, og tí vóru síðst í 19. og fyrst í 20. øld skúlar bygdir í nógvum bygdum. Eisini vórðu ferðalærarastørv skipað, har lærarin undirvísti í fleiri skúlum, eisini í skúlum, ið ikki vóru í somu oyggj. Tað var sum meginregla lærarin, sum flutti millum skúlar og ikki næmingarnir.
Tað hevur tikið drúgva tíð at nomið við henda siðaarv við undirvísing á staðnum, hóast vegakervið røkkur um alt landið, og almennir flutningsmøguleikar eru tøkir. Tað hava tó verið gjørdar nakrar royndir at minka um skúlatalið, m.a. í seksti og sjeyti árunum, men síðan hevur skúlatalið verið rættiliga støðugt, til kommunur seinastu árini sjálvbodnar hava lagt saman, ella at barnatalið í útjaðaranum er so nógv minkað, at eingi børn hava verið eftir í bygdini ella, at foreldur hava valt at skriva børn síni inn í ein størri skúla.
Í skúlaárinum 2013-14 er samlaða næmingatalið í fólkaskúlanum 7014 næmingar, sum ganga í 47 fólkaskúlum kring landið umframt trimum frískúlum. Næmingatalið er frá einum næmingi í minsta skúlanum til 539 næmingar í størsta skúlanum.
Seinastu 6 árini er talið á skúlum lækkað úr 61 til 47 skúlar. Smáu skúlarnir við 1 – 49 næmingum eru fækkaðir mest við 17 skúlum, meðan tað eru 6 skúlar fleiri, ið hava 50 – 99 næmingar. Stórur munur er ikki í hinum skúlastøddunum, men tilsamans eru 14 skúlar færri.
Úr álitinum: TILMÆLI UM SKULABYGNAÐ OG LÆRIUMSTØÐUR, MMR 2014