Nettosølan var góðar 171 milliónir krónur. Felagið hevur goldið góðar 30 milliónir krónur í lønum og 763.000 krónur í skatti.
Eginognin hjá Mjólkarvirki er nú 35,8 milliónir krónur í mun til 34,7 árið fyri.
– Hetta meta vit vera eitt nøktandi úrslit havandi í huga fortreytirnar. Vit vistu longu frá ársbyrjan, at t. d. fóðurprísurin á bulk fór at hækka munandi, men valdu at halda sama lága prísin alt árið. Hetta kostaði MBM umleið tvær milliónir krónur, skrivar Mjólkarvirkið í ársfrágreiðingini.
– Vit ætlaðu at fáa nýggjan ost á marknaðin í 2021, men framleiðslan av osti hevur víst seg at vera sera trupul, og hava vit verið noydd at burturbeina stórar nøgdir av osti orsakað av, at hølini hjá okkum ikki eru egnað til hetta slag av ostaframleiðslu sum er. Neyðugt er við einum ostarúmi burturav – einum rúmi, sum er avbyrgt frá restini av virkinum, skrivar Mjólkarvirki í ársfrágreiðingini.
Umsetningurin hjá mjólkarvirkinum í 2021 var slakar 171,4 milliónir krónur í mun til 164,3 milliónir krónur árið fyri. Hetta er ein øking upp á 4,3 prosent.
Felagið skrivar víðari í ársroknskapinum, at av umsetninginum stendur Mjólkarvirkið fyri 118,6 milliónum krónum ímóti 106,4 árið fyri. Fóður og Handil standa fyri 36,5 milliónum, ímóti 43,8 milliónum krónum í 2020. Verkstaður og goymsla eiga 16,4 milliónir krónur ímóti 14,1 milliónir krónur árið fyri.
– Her skal tó viðmerkjast, skrivar felagi, at vit, tá vit gjørdu av at fastfrysta bulkprísin, fluttu søluna – kanppar 10 milliónir krónur – frá Fóður til Virkið, so allar deildir hava eina øking í umsetningi í 2021.
Sølan av mjólk er minkað nakað, meðan sølan av mjólkarúrdráttum er vaksin. Í litrum er mjólkin minkað úr 5,2 milliónum litrum í 5,03 milliónir litrar ella 3,3 prosent, meðan úrdráttirnir fóru úr 1,61 milliónum litrum upp í 1,67 milliónir litrar ella 3,6 prosent.
##med2##
Tað sær út til at sølan er normaliserað, nú koronufarsóttin er hasað av, og keypmynstrið er tað gamla aftur.
– Vit arbeiða alla tíðina við at menna nýggjar vørur, soleiðis at vit kunnu endurnýggja okkum og halda ein nøktandi umseting, og á bestan hátt gagnnýta mjólkarmongdina, vit fáa á virkið. Í løtuni kanna vit møguleikarnar við einum filtreringsanleggi, sum kann gera tað møguligt hjá okkum at framleiða Skyr.
– Vit eru farin í holt við at framleiða laktosufría mjólk og laktosufrítt kakao. Hesar vørur eru komnar á marknaðin, og arbeiða vit við at fáa hesar – og aðrar vørur – inn á grønlendska marknaðin eisini. Vit hava fingið nýggj sambond við Grønland og arbeiða miðsvíst fyri at fáa okkara vørur í handlarnar har yviri, skrivar Mjólkarvirkið.
##med3##
Limatalið í MBM lækkar alsamt, meðan samlaða kvotan av mjólk er so smátt vaksandi,s krivar felagið.
– Vit hava eina samlaða kvotu upp á 7.385.172 litrar, sum er tað næstmesta nakrantíð. Tað mesta vit hava innvigað upp á eitt ár er 7,74 milliónir litrar í 2016, skrivar felagið.
Men talið av mjólkaframleiðarum minkar støðugt.
– Við ársbyrjan 2021 vóru 19 mjólkaframleiðarar í Føroyum, meðan talið við árslok var 16, skrivar felagið.
Á Sandoynni eru 4 framleiðarar, á Streymoynni 7, Eysturoy 4 og Norðoyggjum 1.
– Vit fara helst at síggja, at talið minkar enn meira komandi tíðirnar, og at størri fjós fara at framleiða mjólkina.
Mjólkarvirkið hevur ikki rindað vinningsbýti síðani 2018, tá 780.000 krónur vóru rindaðar eigarunum í vinningsbýti - sum er einastu ferð tey 18 árini, sum síggjast í roknskaparskipanin hjá vinnuvitan.biz.