Undir Taliban-stýrinum í Afganistan árini 1996–2001 gjørdist landið kent fyri sínar harðrendu hættir at fremja lóg og landaskil.
Fólk vórðu alment avrættað, og onnur mistu hendur og føtur fyri gerðir, sum í okkara parti av heiminum eru vanlig brotsverk.
Undir Taliban-stýrinum var Nooruddin Turabi løgmálaráðharri í landinum. Nú er hann aftur í landsins leiðslu og hevur ábyrgdina av fongslunum í Afganistan, veit tíðindastovan AP at siga.
Í einari samrøðu við AP vísir Nooruddin Turabi atfinningunum um harðrenda revsing aftur.
- Eingin skal fortelja okkum, hvussu okkara lógir skulu vera. Vit fylgja Islam og smíða okkara lógir sambært koranini, sigur hann.
Fleiri av avrættingunum undir Taliban vórðu framdar við fótbóltsvøllin í Kabul ella í Eid Gah-moskuni, og ofta fylgdu fleiri hundrað afganar avrættingunum.
- Øll funnust at okkum um sektirnar á station, men vit hava ongantíð sagt nakað um tykkara lógir og sektir, sigur Nooruddin Turabi við tíðindastovuna AP.
AP veit eisini at siga, at drápsmenn vórðu ofta avrættaðir við einum skoti í høvdið, og vanliga var tað onkur í familjuni hjá tí deyða, sum skeyt.
Familjurnar hjá tí deyða kundu eisini lata tann, sum hevði framt brotsverkið, gjalda, og hetta varð rópt "blóðpeningur".
Undir Taliban-leiðsluni mistu fólk, sum vórðu dømd fyri tjóvari, eina hond, og hevði tú framt rán og varð dømdur sekur, misti tú bæði hond og fót.
- Tað hevur stóran týdning fyri trygdina, at hendurnar verða høgdar, sigur Nooruddin Turabi.
Í samrøðu við AP leggur hann aftrat, at landsins leiðsla nú viðger spurningin, um sektir sum avrætting og avhøgging av hondum og fótum skulu fremjast alment.