Bretska blaðið The Times avdúkar í dag, at Taliban hevði fyrireikað seg til at søkja at bretska forsætisráðharranum, David Cameron, tá hann var í Afghanistan fyri tveimum mánaðum síðani.
Blaðið veit at siga, at tyrlan hjá forsætisráðharranum mátti flúgva aðra leið enn upprunaliga ætlað, tá forsætisráðharrin skuldi vitja teir bretsku hermenninar í Helmand-landslutinum.
Herleiðslan hevði illgruna um, at Taliban hevði fingið upplýsingar um ferðina, tí njósnarar hjá NATO høvdu hoyrt eina samrøðu, har menn hjá Taliban tosaðu um at søkja at ?tí stóra leiðaranum?.
The Times vil vera við, at bretska trygdartænastan er ørkymlað av David Cameron, tí hann leggur ov lítlan dent á trygdina. Millum annað vakti tað ans, at hann valdi at spáka í gøtuni í London uttan trygdarfólk.