Hermenn hjá Taliban lupu í morgun á eina legu hjá amerikanska herinum í Afghanistan. Sambært Taliban-talsmanninum Zabihullah Mujahid vóru umleið 30 menn við í álopinum, teirra millum sjálvmorðsbumbumenn.
Afghanska løgreglan hevur váttað, at Taliban-hermenn lupu á amerikonsku hertøðina Forward Operating Base Salerno tíðliga í morgun, og seinni váttaði NATO eisini tíðindini.
Amerikanska herstøðin er í býnum Khost, og afghanska løgreglan sigur, at álopsmenninir leitaðu sær skjól í einum skúla í býnum aftan á álopið á herstøðina.