Taliban hóttir við ágangi valdagin

Taliban hóttir nú við at søkja at valstøðum, tá tjóðartingsval verður í Afghanistan um vikuskiftið. Í einari fráboðan sigur rørslan, at hon fer at søkja at valstøðum, starvsfólki á valstøðunum og trygdardeildunum, sum skulu standa á varðhaldi við valstøðini.

Myndugleikarnir hava givið fleiri túsund hermonnum og løgreglumonnum boð um at tryggja valið í morgin, sum verður mett sum eitt sera týðandi stig á leiðini ímóti demokratiskum viðurskiftum í Afghanistan.

Veljararnir skulu velja 249 umboð í tjóðartingið, og teir hava meiri enn 2.500 valevni at velja ímillum. Taliban hevur mælt fólki frá at fara á val.