Taliban hóttir USA og Evropa við álopum

Taliban hóttir við at skipa fyri fleiri yvirgangsatsóknum at málum í Evropa og í USA. Hóttanin kom á arabisku sjónvarpsstøðini Al Arabyia, og tað var Taliban-talsmaðurin í Pakistan, Waliur Rehman, sum kom við henni.

Hann segði, at atsóknirnar eru hevnd fyri, at amerikanararnir beindu fyri Osama bin Laden.

Waliur Rehman segði, at í Evropa fer Taliban at leggja seg eftir at søkja at málum í Bretlandi og Fraklandi. Hann váttaði samstundis, at tað var Taliban, sum stóð aftan fyri eina blóðuga atsókn at einari herflotastøð í Pakistan fyri einum mánað síðani.