Taliban hóttir India við hevnd

Pakistanska deildin av Taliban hóttir nú við at leypa á indiskar ríkisborgarar, tí at indisku myndugleikarnir hava avrættað ein pakistana, sum tók lut í teirri ógvusligu yvirgangsatsóknini at indiska býnum Mumbay í 2008.

-Vit hava gjørt av at søkja at indarum fyri at hevna drápið á Mohammed Ajmal Kasab, sigur talsmaðurin hjá Taliban í Pakistan, Ehsanullah Ehsan, við tíðindastovuna Reuters.

Kasab var tann einasti av álopsmonnunum, sum slapp við lívinum frá atsóknini at Mumbay (myndin) í november í 2008. Hann bleiv tikin og dømdur til deyða, og gjáranáttina varð hann tikin av døgum.

-Lata indisku myndugleikarnir ikki tey avvarandi fáa líkið, fara vit at taka indarar til fanga, og teirra lík verða ikki send heimaftur, sigur talsmaðurin hjá Taliban.

Yvirgangsatsóknin at Mumbay kostaði 166 mannalív, og meiri enn 300 fólk vórðu særd.