Er tað eftirfarandi, sum Taliban-leiðarin Raz Mohammed bin Sayd al-Haydari, sigur, so gera teir norsku og svensku hermenninir í Afghanistan ikki stórar skreytir. Í samrøðu við Taliban-tíðarritið al-Sonod sigur hann, at krossfararnir úr Noregi, Svøríki og øðrum londum hætta sær ikki í bardaga við Taliban, og tí sita teir fyri tað mesta inni í legum sínum.
Norska herleiðslan er als ikki samd við Taliban-leiðaranum. Talskvinnan her herleiðsluni, Hanne Olafsen, sigur við blaðið VG, at tað er als einki høpi í tí, sum Taliban-leiðarin sigur um teir norsku hermenninar í Afghanistan.










