Magnus Brahé Jørgensen, sóknarprestur
------
Undirritaði sóknarprestur vil harðliga átala viðferðina fyrrverandi sóknarpresturin í Hvalba hevur fingið í Útvarpinum í seinastu viku. Hugsaði journalisturin Høgni Djurhuus um, hvørjar fylgjur hesin tíðindastubbin við innliti í málinum um fyrrverandi hvalbiarprestin, Ólav Rasmussen, kann fáa fyri bæði Ólav sjálvan og familju hansara og børnini og alt rundan um hann. Børnini verða kanska happaði í skúla og barnagarði við teimum sárum, tað kann geva. Konan og restin av familjuni skulu finna seg í háðandi smílum alla staðni, tey koma.
Hevur hesin journalistur hugsað, hvørji etisk virðir hann hevur í vali sínum av tíðindum. Eg haldi, ið hvussu er, at hetta saktans kann jarðleggja eina heila familju, og geva teimum sálarligt mein og kanska eisini forkoma mongum framtíðarmøguleikum teirra.
Eg haldi, at viðkomandi journalistur átti at hugsað seg um meir enn eina ferð, tá hann valdi hesi tíðindi. Tað er hóast alt menniskju, tað snýr seg um.