Fyri nøkrum árum síðani vístu bæði Handverksmeistarafelagið og Vinnuhúsið á, at stórur tørvur var á lærlingum í Føroyum, og umstøðurnar kring handverkslærurnar mátti betrast.
Magni á Lakjuni, stjóri fyri yrkisrættað miðnám á Glasi, sigur, at talið á lærlingum seinastu árini hevur verið vaksandi, og serliga í fjør í vóru nógvir nýggir lærlingasáttmálar undirskrivaðir.
Magni á Lakjuni vísir annars á, at talið á nýggjum lærlingasáttmálum fylgir rættiliga væl við konjukturinum í Føroyum. Í góðum tíðum, tá tað er nógv at gera, verða nógvir nýggir sáttmálar undirskrivaðir, meðan talið verður færri, tá tað er lágkonjukturur.
- Lærlingatalið avhongur nógv av konjukturinum. Í løtuni eru vit væl fyri fíggjarliga, og hjólini mala skjótt. Tá er stórur tørvur á lærlingum, og av tí sama eru sera nógvir lærlingar í løtuni, sigur Magni á Lakjuni.
- Tað at lærlingatalið er so tengt at konjukturinum í samfelagnum er óheppið. Um tú til dømis sum 18 ára gamal ynskir at gerast timburmaður í einum lágkonjukturi, kann hetta gerast ómøguligt. Tá er ringt at fáa lærupláss, og dreymurin at gerast handverkari má útsetast í fleiri ár, til pílarnir visa uppeftir aftur. Hetta virkar eisini til at fleiri ung finna sær aðrar leiðir at fara, sigur Magni á Lakjuni.
Yrkisútbúgvingar skipast betri
Álit varð í fjør handað táverandi landsstýriskvinnu í mentamálum, Rigmor Dam, um hvussu økið innan yrkisútbúgvingar kann skipast á betri hátt, soleiðis at talið á lærlingum gerst meira støðugt og minni bundið at konjukturinnum.
- Ein av niðurstøðunum var millum annað , at mann frá almennari síðu skulu inn at viðlíkahalda bygningar og seta í verk størri verkætlanir í ringum tíðum eisini, meðan vit halda aftur í góðu tíðunum. Um tú hyggur eftir lærlingatølunum frá ringastu tíðunum í '92 og '93, so vóru vit niðri á umleið 30 ella 40 lærlingum, sum skrivaðu sáttmála. Undir teimum umstøðunum sleppur tú ikki í læru, tí at tað er ov lítið at gera. Til samanberingar vóru 377 sáttmálar undirskrivaði í 2018, og í 2019 sær talið út til at liggja um 400, ið er umleið helvtin av einum árgangi.
Yrkisútbúgving gevur nógvar møguleikar
Hinvegin metir Magni á Lakjuni ikki, at tað hevur so stórar avleiðingar, at nógvir handverkarar verða útlærdir í hákonjukturi og at arbeiðsmarknaðurin her heima verður mettaður. Handverkarar er ein rættiliga mobil arbeiðsmegi og kann lættliga flytast tvørtur um landa- og arbeiðsmørk.
- Ein fyrimunur við handverksútbúgvingini er, at tú ert mobilur og kanst brúkast allastaðni. Tá tað er lítið at gera her á landi, kanst tú fara at arbeiða í útlondum. Samstundis er eisini lætt at fara undir víðari lesnað við handverksútbúgving, sigur Magni á Lakjuni.
Magni á Lakjuni sigur, at lutfalsliga talið á lærlingum er eisini rættiliga høgt í Føroyum í mun til okkara grannalond. Í miðal skriva 36 prosent av einum árgangi undir lærlingasáttmála. Tað talið er í Danmark 18 prosent.
Summi velja skúlan áðrenn
Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu lærlingar velja at avgreiða skúlagongdina. Tað ber til at taka skúlaskeið á bæði 20 og 40 vikur beinanvegin, soleiðis at tær vikurnar síðani verða tiknar av lærutíðini. Samlaða tíðin á skúlabeinki undir læru er 55 vikur, og teir næmingar, sum so byrja við at taka 40 vikur í skúla, áðrenn teir fara undir læruna, hava sostatt bert 15 vikur av skúla, meðan teir eru í læru.
- Tað valdast eitt sindur eitt sindur um fakøkið, um tey velja at taka skúlagongdina fyrst. Innan fyri hárfríðkan er tað ofta, at tey velja at taka skúlan, áðrenn tey fara í læru. Annars er tað nokk so blandað fyri hinar deildirnar, har summir næmingar byrja við at fara í læru, meðan onnur byrja við at taka skúlaskeið, sigur Magni á Lakjuni.
Í løtuni eru sjey ymiskar greinar innan yrkisrættað miðnám á Glasi. Skúlagongd er fyri bilsmiðir, maskinsmiðir, rør- og blikksmiðir, elektrikkarar, timburmenn, sniðkarar og hárfríðkan, og innan tey yrkini ber til at avgreiða alla skúlagongdina í Føroyum. Innan onnur fak, so sum køliteknikk ella gartnara, er neyðugt at fara niður til Danmarkar at avgreiða skúlagongdina.