Síðan november 2011 er tað lagt aftrat hópinum av løntakarum hvønn mánað.
Tað sigur Hagstova Føroya.
Í november vóru áleið 23.400 løntakarar, og í mai vóru tað 23.730 løntakarar, sum svarar til ein vøkstur upp á 330 løntakarar teir seks mánaðirnar.
Sjálvt um tað hevur verið vøkstur seinastu tíðina, so eru tað framvegis eini 700 løntakarar færri nú, enn tað vóru á vári 2010.
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum til dømis afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur.
Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.