Løgreglan í Waco í Texas sigur nú, at tann ógvusliga spreingingin á einari tøðverksmiðju í grannabýnum West hevur eftir øllum at døma kravt millum 5 og 15 mannalív. Fyrr í dag skrivaðu summar tíðindastovur, at millum 60 og 70 fólk kundu hava latið lív.
Ein talsmaður fyri løgregluna segði á tíðindafundi fyri løtu síðani, at fimm sløkkiliðsmenn eru ikki komnir afturíaftur. Hann visti eisini at siga, at umleið 160 fólk eru flutt á sjúkrahús.
Myndir, sum eru lagdar úy á internetið, vísa týðiliga, at tað vera sera ógvusligt, tá ein tangi á tøðverksmiðjuni fór í luftina. Amerikanskir myndugleikasr tosa um, at at spreingingin var sum ein kjarnorkuspreinging, og amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at spreingingin var 2,1 á Richterstiganum.