Tað er nú staðfest, at seks næmingar á kristna universitetinum higartil eru deyðir av skotum, og at tríggir aðrir eru særdir.
Tað var klokkan 10.23 lokala tíð, at ein koreanskur maður í kaki-búna trongdi seg inn á skúlan og fór at skjóta frá hond.
Ein talsmaður fyri skúlan segði við miðlar, at skjúttin er ein fyrrverandi næmingur á skúlanum, men tað er ikki greitt, um maðurin gavst sjálvur ella varð koyrdur.
Sambært vitnum læt maðurin fleiri enn 30 skot av á skúlanum, sum hevur beint oman fyri 100 næmingar.
Hendingin fór fram í býnum Oakland á lítla kristna Oikos University, og fyrstu fráboðanirnar um, at skjúttin var ein 40 ára gamal maður tykjast nú ikki at halda. Maðurin er eftir øllum at døma væl yngri enn tað.
Sambært vitnum var maðurin ógvuliga róligur, tá løgreglan handtók hann. Oakland Tribune skrivar, at tað helst eru fleiri særd enn tey trý nevndu.