Talið av skaddum tvífaldað

Talið av fólki, sum fekk skaða í ferðsluni í fjør, er nærum tvífaldað samanborið við árið 2000

63 fólk fingu skaða í ferðsluóhappum í fjør. Hetta er ein stórur vøkstur samanborið við árið fyri. Tá fingu 35 fólk skaða í ferðsluni. Hesin vøksturin hevur kanska samband við, at talið av ferðsluóhappum eisini er økt. Í 2001 fekk løgreglan fráboðan um 1344 ferðsluóhapp. Talið av óhappum í 2000 var 1219.
Talið av skaddum í ferðluni var serstakliga lágt í 2000, tá bara 35 fingu skaða. Árið fyri var talið 62, í 1998 fingu 83 skaða í ferðsluni og í 1997 var hetta talið 53.
Talið av teimum, sum doyðu í ferðsluni í Føroyum, er eisini økt. Í fjør lótu fýra fólk lív í ferðsluvanlukkum. Í 2000 var talið av deyðum í ferðsluni tvey.
Um hugt verður longur aftur í hagtølini sæst, at í 1999 lótu átta fólk lív í ferðsluni, í 1998 lat ein persónur lív og í 1997 lótu sjey fólk lív í ferðsluni.

Færri ákærd
Talið av teimum, sum eru ákærd fyri brot á ferðslulógina var nógv lægri í fjør enn í 2000. í 2001 vórðu 1681 ákærurit skrivað fyri brot á ferðslulógina, og tá er rúsdrekkakoyring og parkeringarmál ikki tikin við. Í 2000 vóru heili 2043 fólk ákærd fyri ymisk brot á ferðslulógina.
Hagtølini vísa ikki tey stóru upplopini ella niðurgongdirnar, uttan í 1997 tí tá vóru bert 1336 fólk ákærd fyri brot á ferðslulógina. Í 1998 var talið 1663, og í 1999 vóru 1801 fólk ákærd.
156 fólk blivu ákærd fyri rúsdrekka- ella promillukoyring í farna ári. Talið av ákærdum fyri hetta brotið á ferðslulógina var 153 í 2000. Hagtølini aftureftir vísa, at tølini hava verið á leið tey somu ár um ár.

Færri fongsulsdagar
Føroyingar hava sum heild sitið færri dagar handan rimar í fjør enn undanfarin ár. Í 2001 vórðu 2466 fongsulsdagar nýttir í arrestini í Havn. Hetta talið er sera lágt í mun til undanfarin ár.
Í ár 2000 sótu fólk 3697 dagar í fongsli, og hetta er góðar túsund dagar meira enn í 2001. Í 1999 sótu fólk 3427 dagar í fongsli, í 1998 vóru 3109 fongsulsdagar og talið var 3094 dagar í 1997.