Alt bendir á, at talið á handverkslærlingum fer at seta botnmet. Tað verður lægri, enn tað var eftir kreppuna í 1995, verður sagt av Yrkisdeplinum. Síðani oktober mánað í fjør er lærlingatilgongdin komin niður á eitt sera lágt støði. Í mun til trý tey seinastu árini er tilgongdin í 2009 minkað frá 324 í 2006 til 108 sama tíðarskeið í 2009.
Á Yrkisdeplinum siga tey, at um henda tilgongdin heldur fram árið út, verður talið á lærlingum í 2009 umleið 140, og er tað minni enn talið á lærlingum var beint eftir kreppuna í 1995, tá lærlingatalið var 151.