Talið á almennum størvum veksur framvegis

Hagtøl yvir løntakarar býtt á kyn, aldur, vinnugreinar og sýslur eru nú tøk til og við februar 2016.

 

Í februar vóru 25.262 løntakarar tilsamans. Hetta eru 770 fleiri í mun til februar í fjør. Trendurin (t.v.s. rætningurin ella rákið í langtíðargongdini, sí mynd) í talinum av løntakarum hevur verið óbroyttur síðan byrjanina av 2014. Tíðarrøðin av løntakarum gongur aftur til 1985. Størsta talið av løntakarum á 26.044 varð skrásett í apríl 2008.

 

Vøksturin í samlaða løntakaratalinum frá februar í fjør til februar í ár á 3,5%, stavar frá vøkstri í øllum fýra stóru vinnubólkunum á omanfyri 200 nýggjar løntakarar, tó er broytingin lutfalsliga størst í tilfeingisvinnum og byggivinnuni.

 

 

Tølini frá Hagstovuni vísa, at meðan talið á løntakarum í almenna geiranum er voksin ár um ár síðani februar 2008, so starvast í dag framvegis færri fólk í fiski-, ali- og ráevnisvinnuni, í byggivinnuni og í privatu tænastuvinnuni enn í februar 2008, tá løntakaratalið var upp á tað hægsta.

 

Lutfalsiga er størsti vøksturin innan byggivinnuna, 6,3 prosent, meðan minsti vøksturin er í almenna geiranum. Hinvegin er vøksturin í tølum næst hægst í almenna geiranum. Størsti vøksturin er í privatu tænastuvinnuni og tann minsti í fiski-, ali- og ráevnisvinnuni.

 

http://www.hagstova.fo/sites/default/files/20160506%20-%20L%C3%B8ntakarar%2C%20feb-16%20T.png